Franska tjóðartingið atkvøddi í dag fyri at seta 15 ára aldursmark á sosialu miðlarnar.
Atkvøðugreiðslan var í dag, og sum væntað fekk uppskotið meiriluta.
Aldursmarkið á 15 ár fyri nýggjar kontur á sosialu miðlunum kemur eftir ætlan í gildi 1. septembur.
Frakland verður helst fyrsta evropeiska landið við slíkum lógarbundnum aldursmarki, skrivar norska TV2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



