Trúgv teimum sum siga seg leita eftir sannleikanum. Ivast í teimum sum siga seg hava funnið hann
- André Gide, franskur rithøvundur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Trúgv teimum sum siga seg leita eftir sannleikanum. Ivast í teimum sum siga seg hava funnið hann
- André Gide, franskur rithøvundur
Vinna

Samtakið hjá Framherja hevði 114 milliónir krónur í avlopi eftir skatt í 2025. Tað er stívliga tvífalt so nógv sum árið fyri, tá avlopið var nærum 47 milliónir krónur.

Nettosølan vaks úr nærum 625 milliónum krónum í 2024 upp í stívliga 838 milliónir krónur í fjør. Úrslitið áðrenn skatt var 146 milliónir krónur, samanborið við nærum 60 milliónir árið fyri.

Leiðslan sigur, at raksturin hjá samtakinum hevur verið góður. Ein partur av framgongdini stavar tó frá stórum niðurskrivingum í 2024 og afturføring av niðurskrivingum í 2025 í sambandi við ognarpartin í Globe Tracker.

Samtakið hevði ognir fyri stívliga 1,5 milliardir krónur við árslok. Eginognin var nærum 530 milliónir krónur, meðan samlaða skuldin var stívliga 849 milliónir.

Tøki peningurin vaks úr nærum 97 milliónum krónum upp í 190 milliónir. Í miðal vóru 155 starvsfólk í samtakinum.

Leiðslan væntar eitt vanligt rakstrarár í 2026 við einum úrsliti á nærum sama stigi sum í 2025.

Anfinnur Olsen er stjóri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #