Eitt barn, ein lærari, ein bók og ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Eitt barn, ein lærari, ein bók og ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai
Politikkur

Javnaðarflokkurin: Fyri løtu síðani samtykti løgtingið uppskotið um at gera skrivstovurnar á Eirargarði 2 um til lestrar- og ungdómsbústaðir við aðru viðgerð. Uppskotið hjá Margit Stórá, landsstýriskvinnu, varð einmælt samtykt.

Talan er um verkætlan, sum snýr seg um at gera millum 43 og 55 lestrar- og ungdómsbústaðir í niðasta blokkinum á Eirargarði. 

Bygningurin er væl egnaður til ungdómsbústaðir og hevur harafturat góða staðseting í mun til lestrarumhvørvi og annað virksemi í býnum. Bygningurin hevur áður verið nýttur sum bústaðir hjá sjúkrarøktarfrøðislesandi. 

Tað verður almenna felagið Bústaðir, sum fremur ætlanina, og í hesum sambandi skal  Bústaðir eftir ætlan hava ræðið yvir Eirargarð 2 í óavmarkaða  tíð.  

Triðja viðgerð av málinum verður 25. september. 

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #