BirkBlogg: Í teimum báðum matstovunum heima í Havn, Áarstovu og Barbara Fish House, var fullsett bæði fríggjakvøld og leygarkvøld, tá tey á matskránni burturav høvdu bankatosk, okkara fremsta brand, sum havrannsóknarskipið, Jákup Sverri, hevði lagt upp fyrr í vikuni.
Semja er um, at gastronomiska støðið, sum nú í áratíggju hevur verið høgt, er í støðugari menning, eins og serveringin í hesum hugnaligu hølum í søguligu Havnini, millum gamla býin, Reynið og Tinganes, sum grevur seg út í sjóvarmálan sum fremsta gastronomiska lokomotiv í landinum. All on board. Nú kasta vit!
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



