Danski veðurlagsráðharrin, Samira Nawa (R), verður nú ákærdur fyri at kveistra burtur hóttanina frá islamistiskum yvirgangi, skrivar BT.
Í einum Facebook-uppslagi um álopið á týska Pride í Berlin letur hon vera við at nevna, at tað verður kannað sum eitt islamistiskt yvirgangsálop.
Hetta er í stórari andsøgn við líknandi innlegg hjá Mette Frederiksen, forsætisráðharra, har hetta er nevnt.
Samira Nawa letur eisini vera við at nevna, at 21 ára gamli Abdul Ballout, sum koyrdi bilin inn í óseku fjøldina, hevur roynt at melda seg til Islamiskan Stat.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



