Bókadeild Føroya Lærarafelags: Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur fýra nýggjar bøkur út til børn í ársins fimta bókaumfari. Serliga áhugaverd hetta umfarið er upprunaføroyska bókin Ferðin til Kongurvág, sum Urd Johannesen hevur skrivað, og Silja Eystberg hevur myndprýtt. Bøkurnar eru úti nú.
Les meira um bøkurnar niðanfyri.
Mín lítla góðanáttsangbók
Ein góðanáttsøga við róligum klassiskum løgum og vøkrum myndum, sum eru sissandi at lesa áðrenn songartíð.
Anthony Marks tillagaði tónleikin. Giusi Capizzi myndprýddi. Sam Taplin skrivaði. Mary Cartwright sniðgav.
Silja Aldudóttir týddi til føroyskt.
Bókin er ein pappbók, 10 síður og til børn uml. 0-2 ár.
Tjørnin
Tá Fípa og Spógvi finna eina ókenda kullu mitt í garðinum, broytist alt. Trantklukkur og túsundbein, ein óstýrilig kópakonustandmynd, eitt loyndarfult spøkilsisbarn og frekir grannar eru bara nøkur av teimum undrunum, sum koma undan kavi, tá vinirnir taka spakarnar fram.
Tjørnin er ein botnleys og hugtakandi søga um forvitni, óansni, leiðslu og manglandi leiðslu, men ikki minst um okkara samband við okkara egnu ætt og øll hini, sum vit deila nærumhvørvið við. Hetta er ein bók til náttúrubørn í øllum aldri.
Rán Flygenring hevur skrivað og myndprýtt. Sanna A. Dahl týddi úr íslendskum.
Bókin er innbundin, 64 síður og til børn uml. 3-6 ár.
Ferðin til Kongurvág
Ólavur hatar at fara í song, tí hvørja einastu nátt hevur hann ta somu ræðuligu marruna. Hann verður eltur av slímutum verum, sum umskapast til eld og jagstra hann ígjøgnum myrka hellið, líka til hann dettur út av eggini …
Men eina náttina broytist marran. Ólavur endar í Kongurvág, í ríkinum hjá eiturkoppunum, og saman við einum eiturkoppi má hann ferðast víðari inn í Kongurdal og gera enda á marruni hjá sær. Tað er einasti máti at sleppa av við hana.
Ferðin til Kongurvág er ein spennandi, ævintýrkend søga um vinalag, ótta og dirvi.
Urd Johannesen hevur skrivað, og Silja Eystberg hevur myndprýtt.
Bókin er heft, 100 síður og til børn uml. 7-9 ár.
Ódjórini
Abdi (13) og lítlasystirin Alva flýggja ígjøgnum skógin. Tey flýggja undan ókendum ódjórum, sum drepa uttan ávaring, og undan menniskjum, sum eru sinnað at gera næstan hvat sum helst fyri at yvirliva. Hvønn kunnu tey líta á? Og hvussu skulu tey finna eitt trygt stað at vera?
Ingvild Bjerkeland hevur skrivað, og Vagnur Streymoy týddi úr norskum.
Bókin er heft, 94 síður og til børn uml. 10 ár og eldri.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



