Varða teg fyri smáum lekum. Teir søkkja eisini stór skip
- Benjamin Franklin

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Varða teg fyri smáum lekum. Teir søkkja eisini stór skip
- Benjamin Franklin
Politikkur

Bretska løgreglan hevur sett eina kanning í verk, eftir at fyrrverandi ráðharrin Ann Widdecombe varð funnin deyð við álvarsligum løstum.

Sambært Sky News varð løgreglan í Devon og Cornwall boðsend til eina adressu í býnum Haytor hósmorgunin. Har varð hin 78 ára gamla Ann Widdecombe funnin deyð.

Bretski innanríkisráðharrin, Shabana Mahmood, sigur umstøðurnar kring deyðsfallið vera sera órógvandi. Hon hevur tosað við løgreglustjóran í Devon og Cornwall og boðað frá, at innanríkisráðið er til reiðar at veita neyðugan stuðul til kanningararbeiðið.

Samstundis heitir hon á fólk um ikki at gita um orsøkina til deyðsfallið, meðan løgreglan kannar málið.

Ann Widdecombe var bretskur arbeiðsmálaráðharri frá 1993 til 1995 og ráðharri við ábyrgd av fongsulsverkinum frá 1995 til 1997.

Umframt politisku yrkisleiðina var Ann Widdecombe í nógv ár ein kend rødd í bretskum miðlum. Hon var javnan við sum politiskur viðmerkjari og kjakari í sjónvarpi og útvarpi og gjørdist eisini kend fyri luttøkuna í fleiri undirhaldssendingum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #