Frægari er at hava Harran í hjartanum enn í gákinum
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Frægari er at hava Harran í hjartanum enn í gákinum
- úr Børkuvísum
Onnur tíðindi

Á middegi hósdagin sær tað soleiðis út á havleiðunum vestan fyri Føroyar. Lágtrýstið er einar 300 fjórðingar sunnan fyri Ísland, lufttrýstið í miðjuni er 960 hPa, mest vindurin er sunnan fyri Miðjuna, men mesta regnið nærkast okkum. Mynd: windy.com

Veðurstovan: Lágtrýstini taka seg í hesum døgum upp út fyri eysturstrondina í USA. Har blandast kalda og turra luftin út Norðurkanada við ta heitu og slavnu luftina sunnan úr miðkringinum.

Í summar var ikki tann stóri munurin í hita og vætuinnihaldi á hesum luftnøgdum, og lágtrýstini vóru tí ikki serliga djúp. Einki ordligt illveður í Norðuratlantshavi.

Nú bert ein triðingur er eftir av septembur, er munurin nógv størri, og møguleikin fyri djúpum lágtrýstum nógv størri.

Á middegi í dag fer eitt lágtrýst at taka seg upp eitt sindur út fyri New York. Í fyrstanini hendir ikki tað stóra rundan um tað, meðan tað ferðast ímóti Nýfundlandi. Fyrsta samdøgrið dýpist tað úr 1014 hPa niður í 1012 hPa. Tað hevur lítlan vind við sær, men nokkso nógv regn.  

Av leiðini skamt eystan fyri Nýfundland fer tað víðari í landnyrðing og er komið einar 5-600 fjórðingar út í hav á middegi mikudagin. Tá er trýstið í miðjuni minkað 22 hPa úr 1012 niður í 990 hPa. Tað er nokkso nógv. Hevði tað verið 24 hPa í 24 samanhangandi tímar, høvdu vit kallað tað fyri eina atmosferiska bumbu.

Lágtrýstið heldur leiðina fram í landnyrðing og er á middegi hósdagin 300 fjórðingar sunnan fyri Ísland. Tá er trýstið í miðjuni minkað 30 hPa afturat – úr 990 niður í 960 hPa.

Nú er tað ein atmosferisk bumba – bæði roknað 24 tímar aftureftir (30 hPa) og 48 tímar aftureftir (52 hPa).

Tað er ikki bara á lufttrýstinum men eisini á vindinum, at tað sæst, at hetta er eitt djúpt lágtrýst. Mesti vindurin er sunnan fyri miðjuna, og hósmorgunin er hann upp á tað mesta, 33 m/s. Hetta er ódn í miðalvindi. Lágtrýstið er hesa løtuna yvir opnum havi langt vestan fyri okkum – í Føroyum eru bert 3 til 8 m/s av suðuri.

Eftir hetta fer lágtrýstið at grynnast, meðan tað gongur víðari ímóti Íslandi. Á middegi fríggjadagin er tað beint yvir Íslandi, trýstið er 969 hPa, og tann mesti vindurin millum Ísland og Grønland.

Løtan við ringasta veðrinum í Føroyum orsakað av hesum lágtrýsti er seinnapartin hósdagin. Tá eru 15 til 20 m/s av landsynningi, samdrigið og nógv regn.   

Tað eru vindarnir í erva (jettstrreymar), sum gera av, hvønn veg lágtrýstini ganga. Í hesum døgum føra jettstreymarnir lágtrýstini av leiðini við Nýfundlandi ímóti Íslandi. Teir skifta títt kós. Tað næsta djúpa lágtrýstið kann gott koma nógv nærri okkum.

Livst so spyrt.

Á middegi hósdagin sær tað soleiðis út á havleiðunum vestan fyri Føroyar. Lágtrýstið er einar 300 fjórðingar sunnan fyri Ísland, lufttrýstið í miðjuni er 960 hPa, mest vindurin er sunnan fyri Miðjuna, men mesta regnið nærkast okkum. Mynd: windy.com

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #