Um tú ikki hevur tíð til at gera tað rætt, nær skalt tú so fáa tíð til at gera tað umaftur
- John Wooden

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Um tú ikki hevur tíð til at gera tað rætt, nær skalt tú so fáa tíð til at gera tað umaftur
- John Wooden
Tiltøk

Argja kirkja: Komandi leygardag, 19. september, verður fyrsta flagið til nýggju Argja kirkju loyst.

Í hesum sambandi eru øll boðin til eina hátíðarløtu á stykkinum við Støðlagøtu og Sandá.

Tiltakið byrar kl. 14.00, har røður verða hildnar, og kvinnubólkurin Tabitha syngur.

Fróði Ólason Olsen, kirkjuráðsformaður, bjóðar vælkomin og sigur nøkur orð. Tey, ið loysa flagið, eru Rigmor Andrassen  Henning Mortensen og Vilhelmina Johansen. Hesi teljast millum elstu fólk á Argjum, og hava tey øll sitið í kirkjuráðnum. Eftir tað, halda Jógvan Fríðriksson, biskupur, og Annfinn Brekkstein, býráðslimur, røðu.  

Aftaná verður boðið til kaffi og køku í Argja kirkju.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #