Um tú ikki kanst føða 100 munnar, byrja so við einum
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Um tú ikki kanst føða 100 munnar, byrja so við einum
- Móðir Teresa
Politikkur

Í sanginum Morgun hjá Martini Joensen, sum spírin Emma tulkaði so inniliga í Hoydølum, verður sungið:

Ábyrgdin á tínum herðum,
gáva frá okkum til tín.
Byrða, ið tung er at bera 
ber hana betur enn vit.

Skulu komandi ættarlið bera byrðar betur enn undanfarin, skulu vit áhaldandi gera umstøðurnar hjá familjum lættari.

Foreldur skulu sjálv kunna leggja barsilsfarloyvið til rættis eftir sínum tørvi. Tí tað eru fyrst og fremst tey, sum kenna tørvin hjá familjuni.

Tí hevur samgongan sett sær fyri at gera barsilsskipanina smidligari.

Høgur livikostnaður rakar nógv, og serliga barnafamiljur merkja tað, tá ið útreiðslurnar vaksa.

Tí verður skattafríur barnakekkur á 20.000 krónur latin, tá ið ein fær barn.

Barnafrádrátturin skal hækka í stigum næstu árini.

Og farið verður undir at hækka mánaðarliga hámarkið fyri barsilspening.

Hesi eru átøk, sum skulu gera tað lættari at skapa eitt familjulív í Føroyum.

Men góður familjupolitikkur snýr seg eisini um tey ungu og teirra møguleikar.

Ætlanin er at seta á stovn skattafría íløgukontu, sum kann eggja fólki til íløgur og geva betri møguleikar at spara saman.

Málið er eisini at hækka bæði frádráttin hjá lesandi og inntøkumarkið fyri mótrokning í lestrarstuðli.

Endamálið er at minka um fíggjarliga trýstið á tey lesandi og gera tað lættari at útbúgva seg í Føroyum.

Ólavsøkufrágreiðing løgmans 2026 kann lesast her.

Frágreiðingin er í trimum pørtum: Røða, ískoytispartur og løglisti.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #