Svar upp á Fyrispurning nr. 52-010/2026 eftir § 52a í tingskipanini, um skanning av bróstkrabba á Klaksvíkar Sjúkrahús, frá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, løgtingskvinnu
Spurningarnir vóru soljóðandi:
1) Er Sjúkrahúsverkið liðugt við útgreiningararbeiðið og fyrireikingarnar, sum skulu til fyri at seta MR-skanningar av bróstum í verk á Klaksvíkar Sjúkrahúsi?
2) Um ja, eru so skanningar av bróstum gjørdar í 3 Tesla skannaranum á Klaksvíkar Sjúkrahús?
3) Um nei, nær kann væntast, at fyrstu MR-skanningarnar av bróstum kunnu setast í verk?
Allir spurningarnir verða svaraðir undir einum:
Sambært Sjúkrahúsverkinum er arbeiðið ikki liðugt, men tað er komið so mikið væl áleiðis at tey vænta, at verksetingin verður fyrst í november 2026, soleiðis at fyrstu kvinnurnar verða skannaðar tá. Tað er MR-toymið í Sjúkrahúsverkinum, sum ger útgreiningararbeiðið og fyrireikingarnar.
Til MR skanning av brósti kann brúkast bæði 3T skannarin á Klaksvíkar sjúkrahúsi og 1,5T skannarin á Landssjúkrahúsinum. Sambært Sjúkrahúsverkinum er tað ein læknafaklig avgerð hvussu og hvar hvør einstøk MR skanning skal gerast. Hetta er millum annað tongt at, hvat fyri feltstyrki skal nýtast til ta ítøkiligu skanningina, og um sjúklingurin til dømis hevur ávís implantatir, har tað ikki er møguligt at brúka ein 3T skannara.
Sum tað áður er boðað frá, kunnu MR-skanningar av brósti ikki koma í staðin fyri mammografikanningar, men verða í ávísum førum nýttar sum ískoyti til mammografi.
Skanningarnar verða serliga nýttar hesum viðvíkjandi:
• Til kvinnur, sum eru í størri vanda fyri at fáa bróstkrabba vegna ílegubrek (t.d. BRCA)
• Til kvinnur, sum fáa kemoviðgerð fyri bróstkrabba, áðrenn skurðviðgerð (neoadjuverandi
kemoterapi)
• Evropeiskar leiðreglur (t.d. ECIBC) viðmæla, at MR verður lagt afturat sum “tilpassað” screening hjá kvinnum, sum ikki eru sjúkar, men hava tættan bróstvevnað (høj brystvævstæthed). Hetta verður ikki viðmælt sum standardscreening hjá øllum kvinnum.
Heilsu- og orkumálaráðið, 25. august 2026
Eyðdis Hartmann Niclasen
landsstýriskvinna
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



