- Vit taka hetta sjálvsagt í størsta álvara. Men vit fara ikki at biða okkara starvsfólk leggja seg út í tað, um tey fáa boð um at slíkt hendir. Tey skulu heldur boðað politinum frá.
Tað sigur Sigvør Laksá, sum er fyriskipari av G! festivalinum við VP, tá biðið verður um eina viðmerking til boð á sosialum miðlum um at ungfólk eru sædd taka rúsevni á G!.
Sigvør Laksá sigur, at tað er hent bæði í ár og undanfarin ár, at tey hava boðað løgregluni frá, tá tey hava sæð slíkt henda.
- Hetta er sera keðiligt, men er tíverri ein partur av tí sum hendir ímillum okkara ungdóm. Og tað er bara gott, at fólk taka frástøðu og boða frá, tá tey síggja slíkt, sigur Sigvør Laksá.
Sí almenna skrivi á facebook frá Barbaru Djurhuus niðanfyri.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



