- Tað ganga nógv ár til Føroyar eru fullgildugur limur í WTO. Enn er umsóknin ikki fráboðað alment, og til tað er hent, kann prosessin ikki byrja. Talan er um ein lutfalsliga lítlan búskap, og tað skulu gerast nakrar nýskipanir. Men tá tað er sagt, so koma vit helst á mál, tað er ikki tað, vit eru tilreiðar at fara til verka.
Soleiðis sigur Ngozi Okonjo-Iweala, aðalskrivari í heimshandilsfelagsskapinum, WTO í samrøðu við Jyllandspostin, sum hevur hitt hana, nú hon var stødd í Keypmannahavn.
Føroyar hava leingi viljað blivið limur, men ríkisrættarliga støðan og støða Danmarkar til føroyskan limaskap hava ligið í buktini. Herfyri kom tó glið á, og Danmark fer at geva Føroyum sín stuðul, hevur danska stjórnin boðað frá.
- Tað kemur an uppá politiska viljan, og kann gerast lutfalsliga skjótt um føroyingar hava eitt gott samráðingartoymi. Men lutfalsliga skjótt merkir í hesum førinum nøkur ár, kanska trý, fýra ella fimm ár. Hjá teimum kvikastu tók tað fimm ár, hjá øðrum tók tað 20 ár, sigur Ngozi Okonjo-Iweala við jp.dk.
Hon minnir á, at Føroyar skulu hava bilateralar tingingar við øll hini limalondini eisini. Tí er so neyðugt við einum góðum og effektivum samráðingartoymi og góðum stuðli politiskt.
- Men WTO er til reiðar at hjálpa. Kanska hevði tað verið eitt gott hugskot hjá føroyingum at fari til Komoroyggjar, føroyingar kundu lært nógv av teimum, sigur Ngozi Okonjo-Iweala. Komoroyggjar eru norðast í Mosambikfjørðinum, sum er millum Mosambik og Madagaskar.
Sum er bíða 22 lond eftir WTO limaskapi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



