Frægari er at hava Harran í hjartanum enn í gákinum
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Frægari er at hava Harran í hjartanum enn í gákinum
- úr Børkuvísum
Tónleikur

Innsent: Fyrsta útgáva hjá Gasolin kom út í 1971, og tann 21. november í ár, eru 55 ár liðin, síðani upprunaliga útgávan kom út. Hetta verður nú hátíðarhildið við einum stórum felags kærleiksklemmi – í eini roynd at geva sangunum nýtt lív og nýggjan aktualitet, sum ein heiðran av Gasolin.Ein tvífald pláta við nýtulkingum av øllum teimum 10 løgunum á upprunaligu útgávuni, umframt helst kendasta lagið, „Langebro“, í seks ymiskum norðurlendskum útgávum.

Í sínari tíð var Gasolin eitt stórt íkast til felags norðurlendsku samleikakensluna og var í stóran mun við til, at savna fólk um tónleikin og felagsskapin. Tí hava tey norðurlendsku londini nú hvør sær givið sítt íkast, við egnari tulking av „Langebro“.

Tí er eisini ein føroysk útgáva upptikin við Guðrið Hansdóttir, sum hevur hesa viðmerking:

”Eg minnist serliga væl Gasolin frá míni studentatíð, tá ið vit vóru til nógvar veitslur, og tá varð altíð sungið og spælt. Og tá sungu vit altíð Gasolin løg, umframt tey føroysku løgini, sum vanliga vera sungin til veitslur. Eg hitti einaferð Kim Larsen á einum diskoteki í Tórshavn í 1996. Hann stóð við barrina, og eg gekk yvir til hansara við pappíri og penni og spurdi so pent, um eg kundi  fáa eina autograf. Hann hugdi at mær, segði nei – og so vendi hann sær við og hugdi burtur. Eg flenni enn, tá ið eg hugsi um ta søguna.

„Eg haldi, at hetta er ein spennandi og stuttligt verkætlan, og tað er umráðandi at minnast gamla tónleikin og heiðra gamlar sangir og plátur. Eg eri glað fyri at vera við og fyri at fáa møguleikan at tulka sangirnar, á mín egna hátt. Sangirnir hjá Gasolin eru ómetaliga sterkir, vakrir og lættir at syngja við, eisini ráir og ektaðir. Kim Larsen hevði eina ótrúliga karismu og var púra sín egin.

Gasolin vóru vældámdir í øllum Norðurlondum, men bólkurin náddi tíverri ongantíð at framføra í Føroyum. Kim Larsen hevur tó seinni spælt fleiri konsertir í Føroyum og seinast við Kjukken í 2007, tá ið hann var á eini størri norðurlendskari konsertferð, við 18 konsertum, í Føroyum, Íslandi, Noregi og Svøríki. Støða hansara sum „spælimaður“ rakti ein reyðan tráð í føroyskari tónleika- og frásøgutraditión.

„Langebro“ er upprunaliga ein gomul bretsk fólka vísa við heitinum „Geordie“, sum Joan Baez gav út í 1962.

Sangurin byrjar við teimum sera eyðkendu reglunum: „As I walked out over London Bridge / One misty morning early…“, og Gasolin hevur uttan iva latið seg inspirera av tulkingini hjá Joan Baez, so úrslitið gjørdist „Langebro“. Upprunaliga skuldi tað jú vera Knippelsbro, sum bindur Christianshavn saman við miðbýin, men tað var ikki eins lætt at syngja, og tí gjørdist tað „Langebro“.

Nú senda vit „Geordie/Langebro“ gleðiliga víðari til hini norðurlendsku londini, sungið á staðbundnum máli og á norskum og svenskum, enntá við dialekt.

Listin yvir tónleikararnar á komandi heiðursplátuni er langur og telur m.a.:
Allan Olsen, Poul Krebs, Andrea Pellegrini, Billy Cross, Bjørn Fjæstad, Søren Sko, D-A-D, Sinne Eeg, Rasmus Nøhr, Michel Belli, Nikolaj Christensen, The Mukherjee Development, Electric Guitars, Gasoline, Niklas Schneidermann, Karsten Vogel, Anne Hjort, Dicte, William Torp, Henrik Launbjerg og fl.

Harumframt:
Úr Føroyum: Guðrið Hansdóttir 
Úr Grønlandi: Rasmus Lyberth, Julie Berthelsen og Frederik Elsner.
Úr Íslandi: Bubbi Mortens, Mugison, Helgi Jónsson og Andrea Gylfasdottir.
Úr Noregi: Trio No Treble + Are Hembre og Mari Haagen Smistad.
Úr Svøríki: Tobias Fröberg og Alba August.

Sangirnir eru fyrst og fremst framleiddir og ljóðblandaðir í Medley-studio í Danmark og í Føroyum í studio hjá Teiti Lassen, við ljóðblanding eftir Bruce Lampcov úr Los Angeles.

Harumframt eru nøkur av løgunum upptikin og ljóðblandað av tónleikarunum sjálvum.

Allar inntøkur frá plátu- og atgongumerkjasølu fara óskerdar til vælgerandi endamál, sum teir trýggir nú-livandi Gasolin-limirnir Wili Jönsson, Franz Beckerlee og Søren Berlev hava avgjørt. Teir ynskja, at móttakarin verður tónleikaraverkstovan á Kofoed Skole á Amager.

Júst Kofoed Skole hevði stóran týdning fyri teir, tey fyrstu árini, har teir m.a fingu klæði og tóku bað .Og sum tøkk fyri hetta, spældu teir eisini har jólaaftan, trý ár á rað.

Teir hava frá byrjan hildið, at hetta var eitt gott hugskot, og hava givið samtykki til hesa verkætlan, sum byrjaði undir koronu, tá ið fyriskipararnir settu á stovn eina lítla arbeiðsverkætlan fyri tónleikarar, sum ikki høvdu møguleika at koma út at spæla.

Ætlanin var at taka sangirnar av fyrstu LP-plátuni hjá Gasolin upp av nýggjum, og eftir fleiri umfør er úrslitið nú klárt.

Plátuútgávan verður hátíðarhildin við eini móttøku leygardagin 21. november kl. 13–16 á yndisvertshúsinum hjá Gasolin, „Fingerbøllet“, á Christianshavn.

Ein innbjóðing er send teimum trimum gomlu „Gassunum“ umframt framleiðaranum Poul Bruun.

Seinni verður konsert 24. november í Brøndsalen hjá matstovuni Mielcke og Hurtigkarl á Frederiksberg, har fleiri av teimum, sum luttaka á heiðursplátuni, fara at framføra.

Høvuðspersónarnir eru bodnir við, fyri at fáa eina væl uppiborna heiðran fyri ta avrik, at skapa  fyrstu LP-plátuna fyri 55 árum síðani og síðani at skriva tónleikasøgu.

GAS 1 verður ein tvíføld  vinylpláta við løgunum í somu raðfylgju, sum á upprunaligu útgávuni og ein vinylpláta við øllum teimum norðurlendsku útgávunum av „Langebro“.

Harumframt fylgir ein størri booklet við, sum inniheldur anekdotur og frásagnir frá teimum, sum luttaka, og sum hava persónligar upplivingar av teirra fyrsta møti við Gasolin ella onkrum av limunum í bólkinum.

Plátan verður útgivin og distribuerað av Crunchy Frog / Playground Music.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #