Helgi Abrahamsen á Facebook: Tað er sera álvarsamt, tá Løgtingið fær skeivar upplýsingar frá Landsstýrinum.
Í apríl mánaði samtykti Løgtingið eina eykajáttanarlóg, sum skuldi gera tað møguligt at gera Dalstunnilin lidnan í ár. Men nú fáa vit at vita, at tunnilin verður kortini ikki liðugur í ár.
Sambært Kringvarpinum sigur Johan Christiansen, landsstýrismaður, at tað má vera ein misskiljing, tá fíggjarnevndin í sínum áliti skrivar, at írestandi arbeiðini eru boðin út.
Men tað er ikki bara Fíggjarnevndin sum hevur "misskilt" okkurt. Í sjálvum uppskotinum, sum varð lagt fyri Løgtingið stendur:
“Í 2025 er ætlanin, at arbeiðini verða gjørd liðug, umframt at arbeitt verður við at leggja inn tekniskar installatiónir, trygdarútgerð og ljós, at asfaltera vegin í tunlinum og annað.”
Undir orðaskiftinum í Løgtinginum segði landsstýrismaðurin soleiðis:
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



