Undir yvirskriftini The Faroe Islands: Europe’s best-kept secret for big nature, quiet hikes and remote villages í The Irish News lýsir Lauren Taylor Føroyar sum eitt ferðamál við stórbærari náttúru, friðarligum gongutúrum og avbyrgdum bygdum.
Blaðkvinnan vitjar millum annað Gásadal, Sørvágsvatn, Gjógv, Slættaratind og Kallin.
– Føroyska fólkið er sera, sera treyst, sigur føroyski ferðaleiðarin við blaðkvinnuna og vísir eitt nú á, at fólk í Gásadali fyrr bóru bæði ovnar og líkkistur um fjallið til bygdina.
Niðurstøðan er, at Føroyar eru eitt nærum ónortið ferðamál, har lívið gongur spakuliga og sambandið við náttúruna framvegis er sterkt.
Les meira í The Irish News
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



