Fyrrverandi danski forsætisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, og konan Sólrun Jákupsdóttir, sum er úr Føroyum, droppa nú ætlanirnar at skipa fyri serligum úrvalstúrum til Føroya.
Tað skrivar Ekstrablaðið.
Sambært seinasta roknskapinum hjá felagi teirra, Sollar Aps, so skal felagið nú avtakast, skrivar miðilin, sum til fánýtis hevur roynt at fáa eina viðmerking frá teimum til tíðindini.
Tey bæði boðaðu frá ætlanunum um serligar eksklusivar túrar til "Sólruns Færøerne" í 2019.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



