Badmintonsambandið: Fimta og seinasta GrandPrix kappingin bleiv avgreidd í farnu viku, har HBF var vertur. Neyðugt var at brúka bæði Badmintonhøllina og Skúlan á Fløtum fyri at rúma mongu dystunum.
Eftir áleið 250 dystir yvir tveir dagar blivu heiðursmerkir handaði til bestu leikararnar í hvørjum aldursbólki og styrki. Harumframt blivu eisini steyp handaði til leikarar, sum høvdu vunnu samlaðu Grand Prix kappingina.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



