Ein fólkapensjónistur skal gjalda 71.816 krónur aftur til Almannaverkið, eftir at hann ikki boðaði frá, at hann var giftur uttanlands. Tað hevur Føroya Kærustovnur givið Almannaverkinum viðhald í.
Maðurin giftist í januar 2023, men helt fram at fáa fólkapensjón sum stakur til september 2025. Pensjónin hjá støkum er hægri enn hjá giftum.
Pensjónisturin vísti á, at hjúnalagið ikki var formliga góðkent í Føroyum.
Føroya Kærustovnur metir kortini, at hetta ikki broytir málið. Maðurin var giftur og hevði tí skyldu at boða Almannaverkinum frá broytingini.
Almannaverkið kravdi upprunaliga 76.001 krónur aftur. Men tá Kærustovnurin kannaði útrokningina, varð staðfest, at kravið var 4.185 krónur ov høgt.
Almannaverkið hevði eftir øllum at døma brúkt skeivar veitingarupphæddir í útrokningunum fyri 2023 og 2024. Afturgjaldskravið varð tí lækkað til 71.816 krónur.
Pensjónisturin hevur upplýst, at hann og hjúnafelagin ikki eru væl fyri fíggjarliga. Kærustovnurin vísir á, at møguleiki er fyri at gera eina afturgjaldsskipan, um kravið annars ger, at tey ikki hava nóg mikið til neyðugt uppihald.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



