12.oktober er altjóða giktadagur. Tað er ein dagur, sum minnir okkum á, at gikt ikki bara rakar vaksin – tí børn fáa eisini gikt. Samstundis sum børnini hava gikt, eru tey børn, akkurát sum øll onnur børn. Men tey hava fingið eina ósjónliga, kroniska og ofta pínufulla sjúku, sum ger gerandisdagin øðrvísi.
Títtleikin fyri barnagikt í Føroyum er høgur. Tá eitt barn fær staðfest barnagikt, verður alt lívið hjá familjuni vent á høvdið. Tað er ein stór kollvelting at byrja við heilivági, fylgja við hjáárinum og at hava regluligar vitjanir á sjúkrahúsi. Kanningar, skanningar, prát, eygnalækna‑kanningar, vaccinir og blóðroyndir gerast ein partur av gerandisdegnum.
- Gerandisdagurin verður brádliga meira krevjandi. Tí ynskja vit at skapa eitt stað, har familjur sum hava barn við gikt, kunnu møtast, tosa saman og kenna seg minni einsamallar, siga fyrireikararnir.
Ætlanin er at hittast í Róðarneystinum í Miðvági, leygardagin 26.sept. frá kl 13.00 til 16.00. Tiltakið er fyri børn og ung, sum hava gikt, og fyri foreldur og systkin. Í róðrarneystinum er pláss til at hugna sær saman, spæla borðspøl, tað er eisini møguleiki at venja á maskinunum. Og um veðrið er gott ber til at grilla skúmfidusar uttanfyri.
- Vit bjóða drekkamunn við onkrum afturvið. Tað er góður møguleiki hjá teimum vaksnu at fáa eitt kaffiprát – um gerandisdagin við barnagikt, ella bara um lívið annars, siga fyrireikararnir.
Tiltakið er ókeypis.
Best er at melda til á Facebook‑eventinum: ”Saman um gerandishetjur. Børn og ung sum hava gikt og tykkara familjur.”
Ella við at venda sæt til Jonnu Hansen, Tóru Mouritsen ella Olgu Skorastein.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



