Eitt barn, ein lærari, ein bók og ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Eitt barn, ein lærari, ein bók og ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai
Vágatíðindi

Vága Kommuna: Inntøkurnar fyri 2027 eru mettar til 142,5 mió.kr. og raksturin er mettur til 120,3 mió.kr., ið gevur kommununi eitt rakstraravlop á 22,2 mió.kr.

Býráðið hevur raðfest 4,4 mió.kr. rakstri. Serliga er tað nýggja matarskipanin til dagstovnar og skúla, ið tryggjar børnunum góðan og heilsugóðan mat í gerandisdegnum. Harumframt er peningur settur av til Oyggjaleikirnar og at styrkja mentanarlívið í kommununi.

Á fíggjarætlanini eru 38,8 mió.kr. settar av til løgur.

Frítíðar- og mentanarlívið stendur í fullum blóma. Stórur tørvur er á at bøta um verandi karmar, samstundis sum tørvur er at víðka um tilboð í kommununi. Samtykt er at fara undir at fyrireika nýggja Marghøll á Giljanesi, við góðum stuðli frá Den A.P. Møllerske Støttefond og FSF, umframt at fyrireikandi arbeiðið at leingja verandi ítróttarhøll. Skjøtul er settur á at fyrireika nýggja bókasavnið á Giljanesi.

Ynski at seta búgv í Vága kommunu er áhaldandi og støðugt samstundis sum arbeitt verður við fjølbroyttum bústøðum og tað sæst greitt aftur í raðfestingum til útstykkingar og eldrabústaðir saman við trivnaðarøkjum, lendisgøtum og gongubrúgv um Lambá.

Áhaldandi arbeiðið við spillvatnskipanini heldur fram, samstundis sum vil leggja um til grøna orku. Fyrireikandi arbeiðið til víðkan av kirkjugarðinum í Miðvági er sett á skrá saman við atkomuviðurskiftum til kirkjuna í Sandavági og heimið á Sýnini.

Bátahylurin í Miðvági er ávegis og skal gerast liðugur komandi ár, umframt at umstøðurnar hjá vinnuni á havnalagnum verða bøttar munandi.

Stór tøk verða tikin, men Vága kommuna er væl fyri fíggjarliga. Fíggjarætlanin leggur upp til, at nettoskuldin hækkar 21 mió.kr. upp í mesta lagið 85 mió.kr. svarandi til 0,56 álíkningar.

Í síni heild er fíggjarætlanin fyri 2027 í javnvág millum ábyrgd og framskygni. Vit varðveita skattastøðið, vit raðfesta borgaran – bæði tað unga-, tað vaksna- og tað eldra ættarliðið, og vit gera løgur, sum stimbra trivnað, felagsskap og vøkstur. Fíggjarætlanin er løgd við visjónini fyri eygað: at Vága kommuna skal vera ein framfúsin og fevnandi kommuna.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #