Tann, sum ikki tímir at lesa, er líka fátækur í andanum sum tann, ið ikki dugir at lesa
- orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Norska Reiðarafelagið, Fiskebåt, vísir á, at góðar vísundaligar orsøkir eru fyri at víkja frá tilmælinum hjá ICES fyri makrelveiðuna komandi ár.

- Øll hava ein áhuga í at byggja makrelstovnin uppaftur, men tað er eisini týdningarmikið, at vinnan og marknaðurin ikki verða løgd í oyði samstundis, sigur Audun Maråk, stjóri í Fiskebåt.

Fiskebåt vísir millum annað á, at gýtingarstovnurin bert er mettur at minka við 13 prosentum frá 2024 til 2025.

Hóast ICES hevur eina neiliga fatan av tilgongdini, skal veiðan vera uml. 600.000 tons í 2026, fyri at gýtingarstovnurin ikki skal vaksa frá 2026 til 2027.

Fiskebåt mælir tí til, at makrelkvotan í 2026 ikki verður lægri enn 306.702 tons, sum samsvarar við tað upprunaliga uppskotið hjá einum arbeiðsbólki í ICES.

Hendan kvotan er væl størri enn 174.357 tons, sum ICES mælir til, at veiðan skal vera í 2026.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo