Lítið nyttar at leiða mann, ið ikki vil seta føturnar undir seg sjálvan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lítið nyttar at leiða mann, ið ikki vil seta føturnar undir seg sjálvan
- føroyskt orðatak
Innlendis ítróttur

Málskjúttarnir saman við málverjanum, ið bjargaði tveimum brotsspørkum ímóti Moldova - Mynd: Turið Láadal Sejersdóttir

Málskjúttarnir saman við málverjanum, ið bjargaði tveimum brotsspørkum ímóti Moldova - Mynd: Turið Láadal Sejersdóttir

Málskjúttarnir saman við málverjanum, ið bjargaði tveimum brotsspørkum ímóti Moldova - Mynd: Turið Láadal Sejersdóttir

FSF: – Ímóti Malta lata nøkur keðilig mál inn, men eru annars væl við í dystinum. Harafturímóti avrikaðu genturnar betri ímóti Moldova og fingu ein flottan javnleik, og vunnu síðani brotssparkskappingini. Síðsti dysturin var ímóti Bosnia, sum endaði við at vinna allar tríggjar dystirnar í kappingini, og har vóru vit aftanfyri allan dystin, bæði fysiskt og tekniskt.

Tað sigur Jákup Mortensen, venjari hjá U16 landsliðnum við gentum, sum farnu dagarnar hevur tikið lut í UEFA menningarkapping í Moldova.

Í fyrsta dystinum taptu Føroyar 4-0 fyri Malta, og síðani spældu okkara gentur javnleik 1-1 ímóti Moldova. Vivia Lind Magnusardóttir skoraði føroyska málið.

Dysturin varð síðani avgjørdur við brotssparkskapping, sum Føroyar vunnu 3-0. Ester Vang, Lilja Dam Jacobsen og Sigga Smæri Næs skoraðu trygt úr ellivu metrum, samstundis sum málverjin, Heidi Jacobsen bjargaði tveimum av brotsspørkunum hjá Moldova, meðan tað triðja fór omanfyri.

Í síðsta dystinum, sum var ímóti Bosnia Hersigovina, var munurin stórur, og tá avtornaði vunnu bosniarar 6-0.

– Á hvør sín hátt vóru dystirnir læruríkir, og samanumtikið meti eg at vit kunnu taka nógv við okkum frá hesari kappingini, sigur Jákup Mortensen.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #