Í 1961 varð ein maður førdur fyri rættin í Jerusalem. Maðurin var Adolf Eichmann, sum undir seinna heimsbardaga stóð á odda fyri øllum flutningi av Jødum til týningarlegurnar í týska ríkinum. Hann var ein av nógvum Nazistum, sum var við á fundinum í Wannsee, har komið var fram til ”Die Endløsung”, ella endaligu loysnina á at útruddað allar teir 11 mill jødarnar, sum tá vóru í Europa. Hetta gjørdist eisini byrjanin til ta skipaðu týningina av øllum jødum, sum Nazistarnir fingu fatur á.
Hann flýddi til Argentina aftaná kríggi, men Ísraelska fregnatænastan Mossad hevði funnið útav hvar hann var staddur, og 11. mai 1960 var hann ”burturførdur" til Ísrael, har hann skuldi fyri ein brotsmannadómstól. Hann var dømdur til deyða í desembur 1961, og 1. juni 1962 varð hann avrættaður í Ramla fonglsinum í Jerusalem.
Hetta bleiv ein uppreisn fyri jødiska fólki, og øll verðin fylgdi við rættargongdini. Og tað er í hesum tíðarskeiði, at øll verðin gerst tilvitað um ræðuleikanar við jødunum undir krígnum.
Tað sokalaða Holocaust hugtakið verður til
Holocaust kemur upprunaliga frá tí grikska samansetta orðinum holo-kauston sum merkir ”heilur” og ”brendur.” Orðið er brúkt til at umseta tað hebraiska orðið olah, sum vísir til eitt ”heilbrentoffur” til Guð, har offurgávan (djór) totalt hvørvur í eldinum á altarnum.
Í rættarsalinum í Jerusalem hesar mánaðirnar í 1961 sat ein 55 ára gomul kvinna.. Kvinnan var Hannað Arendt. Ein týsk jødisk kvinna, sum undir krígnum flýddi undan nazistunum; fyrst til Paris og síðan til USA. Hon var úgbúgvin Heimspekingur, og sum serliga hugsavnaði seg um vald, óndskap, harðræði, ábyrgd og moral.
Hannah Arendt hevði áður útgivið eina bók ”Harðræði”, har hon royndi at greina harðræðir sum Nazismuna og Stalinismuna. Hvussu tey verða til, og hvussu nútíðar menniskju kunnu søkja navnloysi (anonymitet) í hóprørslum.
Frá rættarsalinum í Jerusalem í sakini móti Eichmann skrivaði hon javnan greinar um rættarmáli til tíðindaritið The New Yorker. Og aftaná dómin, kom hon við sínum eygleiðingum og hugsanum fram til, at óndskapur er líkasælur. Hesar greinar vóru seinni av henni samlaðir í eina bók í 1963, har hon kom til eitt nýtt hugtak, sum hon kallaði ”Óndskapsins líkasæla (banalitetur)
Í stuttum er hennara boðskapur, at óndskapur ikki altíð kemur frá týðuligu ódjórum ella óndum skabningum, men ofta av vanligum fólkum, sum steðga við at ”hugsað sjálvstøðugt”. Kjarnin í hennara útsøgnum er, at Adolf Eichmann ikki fyrikom at verða eitt devulsett flogvit, men meir sum ein gráur keðiligur embætismaður, sum bara fylgdi boðum, brúkti embætis málbrúk, hevði eina væntandi moralska grundan og goymdi seg aftanfyri skipanir, ásetingar og reglur.
Óndskapurin gerst líkasælur, tí hann: Verður útintur av handahógvi, ikki neyðturviliga drivin av hatri, men heldur av tankaloysi, tillagan og blindum lýðni.
Hennara niðurstøða er tískil eisini, at ”Øll” eru í vanda fyri at viðvirkað til óndskap, um vit steðga at seta spurningar og fráleggja okkum ábyrgd.
Óndskapurin var víðgongdur í avleiðingum, men líkasælur í avrikunarskapi.
Og vandin við hesari moralskari og etiskari líkasælu, ger at tað kann henda aftur.
Og tað hendi aftur. Armenia, Rwanda o.o.
Í 1995 stóð Slobodan Milosovic á odda fyri einum fólkamorði í Srebrenica í Bosnia Herzegovina, har 8.000 muslimskir menn vóru dripnir millum 12.-20. juli í 1995. Á markum, skúlum, goymslubygningum og í skógunum rundanum Srebrenica. Bara tí teir vóru friðarligir muslimar
Tað hendi aftur.
Og í hesum tíðum hava vit sæð, hvussu tað kann ganga hjá einum fólkabólki; muslimunum í Gasa. Eitt lív er líka nógv lív í Gasa sum tað er í Ísrael. Eg skal ikki gera meg klókan uppá sjálva ósemjuna, men flestu serfrøðingar eru samdir í, at um hetta ikki er eitt fólkamorð, so er tað krígsbrotsverk, eins og tað fyri tað mesta var tað í Bosnia-Hercegovina, har brotsmenninir blivu dømdir fyri krígsbrotsverk.
Heldur enn at hava greiðar meiningar um ymiskar støður í heiminum um hetta og annað, so skulu vit altíð seta okkum sjálvum spurningar og ikki fráleggja okkum ábyrgd at luttaka og tala at.
Undir krígnum vóru 112 danskar frælsishetjur avrættaðar við ein týskan krígsrætt. Nógvir av teimum fingu loyvi til at skriva eitt skilnaðarbræv til síni nærmastu, seinastu tímarnar, áðrenn deyðin stóð fyri teimum. Teirra farvæl er sterkt og rørandi, merkt av einari sannkenning, at prísurin fyri ikki at berjast móti nazistunum tó hevði verið størri, um teir ikki høvdu fylgt sínari sannføring. Hesi brøv eru vitnisburðar um, hvat og hvar vit koma frá, hvat frælsi merkir, og vísir eisini okkum á tey, sum ofraðu seg fyri rættvísi og frælsi, sum vit hava í dag. Og eitt høvdu allar hesar frælsishetjur til felags; starandi deyðan í eyguni, sungu teir hvør sum ein: ”Altid frejdig, hvor du går”.
Fyri tí tú veist er rætt
Doyggj um so man verða
Tá skal lívið falla lætt
Deyðin onki gera.
Teir bardust fyri tí góða.
Tað er altjóða Holocaust dagur í dag, og vit skulu minnast og ongantíð at gloyma. Men vit skulu heldur ikki gloyma tað góða. Tí tað er altíð tað sum vil sigra at endanum.
Góðska er mannalívsing løgnasti lutur. (William Heinesen)
Í bókini um glataðu spælimenninar, sum kom út 1950, sigur Magister Mortensen, einastaðni: ”Godhed er for hede helvede en realitet” Hann er tann isoleraði, hugsandi maðurin, sum er reflekterandi yvir hvussu menniskjan er, men eisini áskoðari.
William vil við hesum siga okkum, at góðska – hóast alt - finst í veruleikanum, sjálvt í einari verð, har helviti hjá summum sýnist verða so sera nærverandi. Góðska er ikki trúgv, nakað pent ella moralskt upphevja nakað, men nakað sum liggur djúpt í okkum og er sárbart. Góðska er ein sannroynd – eisini mitt í myrkrinum. Tá hann skrivar hesa bókina er 2. veraldarbardagi júst farin afturum við øllum sorgarleikunum. Verðin er full av óndskapi, høpisloysi, dáragerðum og líðingum, men góðska finst hóast alt. Góðska er ikki skipað og sigursæl, men nærverandi í smáum gerningum, í samkenslu, látri og list. Góðska er ikki nakað hugskot – hon er bara har.
Og sum listafólk, dugir hann at reflektera um hetta evni. Góðska er nakað sum menniskjan eigur í sær. Góðska stendur í móti undirgongd, meiningsloysi og lívsnoktan. Góðska vísir seg í kærleika, skemtingarsemi, felagskapinum, umsorgan, tónleiki og list. Og góðska er eisini til hjá menniskjum, hóast ófullkomuleika. Góðska er lívsins JA. At velja lívið, hvønnannan og vakurleikan hóast alt annað.
Hansara Kreta í skaldskapinum er: Lívið er sterkari enn deyðin, og ljósið er sterkari enn myrkri. Góðskan vinnur ikki á allari verðini, men hon er við til at bjarga løtum, menniskjum og sambondum. Góðska er ikki sigur – tað er mótstøða.
Hetta liggur ikki so langt frá tí ”Etiska Kravinum” sum danski guðfrøðingurin K.E. Løgstrup hevur roynt at lýsa. Menniskjan hevur altíð nakað av lívinum hjá øðrum í sínum hondum.
Bæði snúgva seg um, at góðska er millum menniskju, ikki í nøkrum skipanum.
Vit hava skyldur sum menniskju. Og alt lívið skal bjargast.
Vit skulu ongantíð gloyma, og altíð minnast tað sum hendi við Jødunum undir krígnum. Men vit skulu ongantíð gloyma at menniskjans góðska er tað virðismiklasta vit hava, og hana skulu vit ansa eftir ikki missa úr eygsjón. Vit skulu ikki gloyma, men vit skulu eisini minna okkum sjálv á, at góðska er menniskjans týðningarmesti lutur, millum medmenniskju.
P.S. Myndin er av einum minnismerkið yvir Jødar, sum er av 70 tómum stólum á Zgody torginum í Krakow. Teir tómu stólarnir ímynda fyrst og fremst fráveru, miss, sakn og tær røddirnar sum tagnaðu Ongi orð og ongi menniskju. Hvør stólur er eitt menniskja, eitt torg. Her væntar nakað. Og teir eru tigandi. Hava ikki orð. Og fyri at endurgeva Honnu Arendt: Við óndskapi fylgir ofta tøgn og normalitetur.
Holocaustdagurin 27. jan 2026
Pól Huus Sólstein
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



