Fríggjadagslátur verður sunnudagsgrátur
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Fríggjadagslátur verður sunnudagsgrátur
- føroyskt orðatak
Vágatíðindi

Anna Katrina Gregersen Poulsen setti við einum góðum máli punktum fyri 5-0 sigrinum á Grønlandi - Mynd: Hans Erik Danielsen

Anna Katrina Gregersen Poulsen setti við einum góðum máli punktum fyri 5-0 sigrinum á Grønlandi - Mynd: Hans Erik Danielsen

Anna Katrina Gregersen Poulsen setti við einum góðum máli punktum fyri 5-0 sigrinum á Grønlandi - Mynd: Hans Erik Danielsen

FSF: – Vit fingu tað burturúr, sum vit vónaðu frammanundan. Fleiri leikarar fingu møguleikan at royna seg, og allar stóðu seg væl. Úrslitið hevði ikki tann stóra týdningin, men tað er sjálvandi altíð gott at vinna. Sum heild var hetta ein góður venjingardystur fyri okkum, sigur Sigtór Petersen, venjari.

Mikudagin var vøllurin á Dungasandi í Sørvági karmur um venjingarlandsdyst millum føroyska U19-landsliðið við gentum, og grønlendska A-landsliðið við kvinnum.

Úrslitið gjørdist 5-0 til Føroyar, sum var á odda við trimum málum í steðginum. Málskjúttarnir vóru Bjørk Akselsen, Karla Sjóstein, Silja Trier, Ragnhild Magnusson og Anna Katrina Gregersen Poulsen.

U19-genturnar fyrireika seg til EM-undankappingina, sum verður í Føroyum í novembur mánað. Føroyar eru í bólki B4, saman við Ukraina, Litava og Andorra. Dystirnir verða spældir 24., 27. og 30. novembur.

Sí fleiri myndir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #