Í morgin verður eitt gul millum vestan og útsynning, sólglottar, turt og hitin um 14 stig.
Týsdagin lot til frískan vind millum vestan og útnyrðing, skýggjað og hitin um 12 stig.
Mikudagin melur hann av ymsum ættum, sólglottar og hitin um 13 stig.
Hósdagin strúkur í vindi av útsynningi, kanska okkurt ælstroyggj fyrrapartin, annars skýggjað og hitin um 12 stig.
Fríggjadagin strúkur í vindi millum vestan og útsynning, sólglottar og hitin um 12 stig.
Næsta vikuskifti verður lítil vindur av ymsum ættum, sólin sær og hitin 10-12 stig.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



