Farmaskipið Arnarfell hjá Samskipum var statt einar 45 fjórðingar úr Akrabergi tá hann fekk maskinskaða, sambært Vørn.
Heitt varð á Varðan í Gøtu um at senda hjálp, tí skipini hjá Vørn eru ikki tøk, og tí varð Gøtunes sent á staðið, skrivar Eysturoyarportalurin.
Nakað var at í sjónum, og tí tók tað eina løtu at seta fast. Sambært Vørn tók sleipið 46 tímar.
Skipini vóru á Runavík seint í gjárkvøldið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



