Tað líkist kanska mest eini grindalykkju. Men tað er tað ikki, tað er ein forkolað papyrusrulla, sum varð oyðiløgd, tá Vesuv goysti í ár 79.
Og nú hava granskarar á fyrsta sinni megnað at “rulla út” og lesa eina slíka.
Rullan, PHerc. 1667, varð funnin í Herculaneum nærhendis Napoli. Býurin varð grivin undir øsku og runu, og rullurnar hava í næstan 2.000 ár verið varðveittar, men ómøguligar at lesa.
Við framkomnum skanningum og vitlíki hava granskarar nú latið rulluna upp virtuelt, uttan at nerta hana. Fyrr hava royndir at lata slíkar rullur upp fysiskt skaðað tær.
Teksturin tykist vera ein heimspekilig viðgerð av etikki, list og menniskjaligari atferð. Í tekstinum verður Aristokreon nevndur, sum var nær skyldur við grikska heimspekingin Chrysipposi. Tað kann benda á, at teksturin stavar frá øldini fyri Krist.
Sambært granskarum kann fundurin geva nýggja vitan um ta eldru stoisku heimspekina.
– Hetta er ikki bara ein tøknilig endurskapan. Tað er ein heimspekilig rødd, sum aftur tosar, sigur Federica Nicolardi, adjunktur í papyrologi við Universitetið í Napoli.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



