N.N. sigst at vera ein frálíkur røðari: Hann er hin snjallasti, títtasti og mest áhaldandi - men hvat sigur hann?
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

N.N. sigst at vera ein frálíkur røðari: Hann er hin snjallasti, títtasti og mest áhaldandi - men hvat sigur hann?
- úr Børkuvísum
Framsýningar

Ein heimildarfilmur um amerikansku forsetafrúuna, “Melania”, er settur á skrá í fleiri enn 100 bretskum biografum.

Tað er Brett Ratner (f.1969) úr Florida, sum hevur gjørt filmin, ið varir 100 minuttir.

Catherine Shoard, leiðari á ummælaradeildini á The Guardian, skrivar, at bara eitt atgongumerki varð selt til frumsýningina í fremsta biografinum hjá Vue ketuni í London.

Tim Richard, sum er stjóri í Vue biografunum sigur, at atgongumerkjasølan er «soft», linlig.

- Just one ticket has been sold for the first 3.10pm screening on Friday at its flagship Islington branch in London, while two have been booked for 6pm, sigur hann við The Guardian.

Avísin sigur, at allir stólar eru tøkir til 28 biografsýningar av «Melanie» í Blackburn, Castleford og Hamilton.

Sindur frægari var í Cineworld biografinum í Wandsworth, har 4 atgongumerki vórðu seld, og 5 av aftastu stólunum vóru seldir í Cineworld í Broughton.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #