(savnsmynd)
(savnsmynd)
IR Lastbilar, sum hava heimstað í Kollafirði, høvdu eitt gott ár í fjør, tá 9,4 milliónir krónur lógu eftir á botnlinjuni áðrenn skatt. Úrslitið er so mikið gott, at tað er betri enn øll úrslitini tey trý undanfarnu árini tilsamans.
IR Lastbilar fáast, sum navnið bendir á, við lastbilakoyring og maskinarbeiði annars.
Bruttovinningurin vaks við smáum 7 mió kr, sum bendir á økt virksemi. Tað sæst eisini aftur í vaksandi starvsfólkakostnaðum sum vóru 22 mió kr, ella 10% meira enn í 2024.
Fíggjarstøðan javnvigaði við 51 mió kr, eginognin var 24 mió kr.
Rasmus Rasmussen er stjóri.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



