Gud gevi mær sálarfrið til at góðtaka tað, ið eg ikki kann broyta, mót til at broyta tað, eg kann, og vísdóm til at skilja munin
- Frants av Assisi

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Gud gevi mær sálarfrið til at góðtaka tað, ið eg ikki kann broyta, mót til at broyta tað, eg kann, og vísdóm til at skilja munin
- Frants av Assisi
Politikkur

Mentamálaráðið: Landsstýrismaðurin í mentamálum, Bárður á Lakjuni, hevur verið á vitjan hjá Jógvani Fríðrikssyni, biskupi.  Á fundinum vóru eisini prósturin, Ovi Brim, og umboð fyri Stiftsumsitingina.

Landsstýrismaðurin í kirkjumálum er evsta embætisvald í fólkakirkjuni, og biskupurin er ráðgevi hansara í kirkjumálum.

Á fundinum greiddi biskupurin frá fólkakirkjuni og bygnaðinum í kirkjuni. Yvirskipað var eisini komið inn á nøkur aktuell mál og viðurskifti hjá fólkakirkjuni.

Biskupurin fegnaðist um, at nógv er fingið av skafti, og at samstarvið millum fólkakirkjuna og Mentamálaráðið er so gott.

Millum annað fegnaðist biskupurin um nýggju kunngerðina um samsýningar til kirkjutænarar og hjálparfólk, sum er sett í gildi, og sum fær fullan virknað 1. januar 2027. 

Biskupurin vísti landsstýrismanninum runt á Biskupsgarðinum. Landsstýrismaðurin gleðir seg til at halda fram við tí góða samstarvinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #