Frægari er at hava Harran í hjartanum enn í gákinum
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Frægari er at hava Harran í hjartanum enn í gákinum
- úr Børkuvísum
Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52 a í Tingskipanini 
Spyrjari: Hermann Ronnason Samuelsen, løgtingsmaður 
Svarari: Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnumálum 
Evni: Umkoyringarvegur undir Kjølinum

Spurningar: 
1. Nær verður farið undir endaligu projekteringina av umkoyringarvegnum undir Kjølinum?  

2. Hvussu verður umkoyringarvegurin undir Kjølinum raðfestur samanborið við aðrar íløgur í samferðsluætlanini?

3. Hvat er metti kostnaðurin av verkætlanini, og hvussu nógv er higartil brúkt til fyrireikingar og projektering?  

4. Hvørjar fyrireikingar vanta annars, áðrenn ein verklagslóg um umkoyringarvegin undir Kjølinum kann leggjast fyri Løgtingið?  

Viðmerkingar: 
Umkoyringarvegurin undir Kjølinum er ein verkætlan, sum hevur bíðað leingi. Verkætlanin hevur verið partur av samferðsluætlanunum í nógv ár og varð upprunaliga skitserað longu í 2007.

Tá ið arbeitt varð við tunlunum norður um Fjall, var ætlanin, at arbeiðið við umkoyringarvegnum undir Kjølinum skuldi byrja í 2026.

Endamálið við verkætlanini er at tálma stóra ferðslutrýstið, sum verður lagt á innanbýggja vegirnar í Klaksvík. Serliga er talan um tungu ferðsluna, sum tað er ynskiligt at fáa leitt uttan um bústaðarøkini í býnum.

Ferðsluhagtøl hjá Landsverki vísa, at umleið 2.500 akfør koyra um landsvegin við Gerðabø hvørt samdøgur, meðan oman fyri 3.000 akfør koyra um landsvegin við Ánirnar hvørt samdøgur. Harav eru umleið 5 prosent av øllum akførunum lastbilar. Hetta eru einastu farleiðirnar til og úr Klaksvík, og merkir hetta, at øll ferðslan, sum skal norður um Klaksvík, noyðist at koyra gjøgnum vegakervið inni í Klaksvík.

Øll hesi akførini skulu innanbýggja vegirnir í Klaksvík megna at svølgja, hóast vegakervið á fleiri strekkjum er sera nógv merkt av ferðsluni. Serliga eru tað grannaløg á eystursíðuni, sum verða løgd undir sera stórt trýst. Hetta hevur skapt eitt vandamikið og ótrygt umhvørvi í nógvum grannaløgum á eystursíðuni.

Nú tá ið tað er so vælumtókt at gera innkomuvegir og aðrar verkætlanir, sum skulu avlasta ferðsluna inni í býum, hevði tað verið áhugavert at fingið greiðu á, hvar arbeiðið við umkoyringarvegnum undir Kjølinum er komið, og hvussu frammarlaga verkætlanin verður raðfest í langtíðar íløguætlanini. 

Á Løgtingi, 21. september 2026 
Hermann Ronnason Samuelsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #