Trúgv teimum sum siga seg leita eftir sannleikanum. Ivast í teimum sum siga seg hava funnið hann
- André Gide, franskur rithøvundur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Trúgv teimum sum siga seg leita eftir sannleikanum. Ivast í teimum sum siga seg hava funnið hann
- André Gide, franskur rithøvundur
Lesarin skrivar

Vit sóu tað síðsta ár, og nú síggja vit tað tíverri aftur í ár.

Borgarstjórin og tann vinstravenda samgongan í Tórshavnar býráð gevur enn eina ferð einum felagskapi sersømdir, sum gongur ímóti flestu kristnum og siðsøguligum virðum  í Føroyum.

Og borgarstjórin og samgongulimir ganga enntá  sjálvar á odda við at mála strípurnar á vegin í Steinatúni.  

Sum býráðslimur fyri Fólkaflokkin vil eg staðiliga mótmæla at Steinatún og Havnin á henda hátt verður mála við lgbt+ litum.

Eg spyrji eisini enn einaferð borgarstjóran, Elsu Berg eins og eg gjørdi síðsta ár, tó uttan at fáa nakað greitt svar:

Hvør hevur givið loyvið til hetta?  

Hevur hetta verið í avvarðandi nevnd ella í býráðnum til viðgerðar og støðutakan?

Hevur ferðslunevndin góðtikið hetta?

Og eru grannar í Miðbýnum hoyrdir?

Vónandi kann borgarstjórin svara okkum mongu borgarum, sum als ikki vilja góðtaka slíka vandalismu á vegnum í Miðbýnum, har børn, ung og eldri skulu ganga næstu dagarnar og á Ólavsøku.

Eg sigi bara: Grát mín elskaði býur.

Birgir Nielsen, býráðslimur
Fólkaflokkin í Tórshavnar Býráð

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #