Ein nýggj russisk mobilisering kann vera á veg. Seinastu mánaðirnar hava russiskir sosialir miðlar og miðlar í útlegd verið fullir av tíðindum um, at Kreml fyrireikar eina nýggja innkalling, møguliga størri enn tann í 2022.
Tá vórðu umleið 300.000 menn kallaðir inn. Avgerðin elvdi til mótmæli í Russlandi, og hundraðtúsundtals ungir menn flýddu úr landinum.
Nú er trupulleikin tann sami sum tá – bara størri: Russland hevur tørv á fleiri hermonnum.
Fronturin í Ukraina flytur seg lítið, og hóast Russland hevur fleiri hermenn enn Ukraina, hevur russiski herurin ikki megnað at fáa avgerandi yvirvág. Samstundis eru tapini stór.
Amerikanski tankasmiðjan CSIS metir, at umleið 1,4 milliónir russiskir hermenn eru falnir, særdir ella á annan hátt tiknir úr bardaga síðan kríggið byrjaði. Av teimum skulu umleið 450.000 vera deyðir.
Russland hevur higartil roynt at sleppa undan eini nýggjari mobilisering við at bjóða stórar pengaupphæddir til fólk, sum sjálvboðin skriva undir at fara á frontin, og fáa ymsar fyrimunir afturfyri. Nógvir eru komnir úr fátækari økjum í Russlandi, úr fangahúsum og eisini úr øðrum londum.
Men tað gerst alsamt truplari at fáa nóg mikið av fólki.
Sambært CSIS hevur Russland í 2026 mist meira enn 30.000 hermenn um mánaðin, meðan umleið 27.000 nýggir verða tiknir inn. Tí verður reservan, sum verður mett at telja um tvær milliónir fólk, ein alsamt meira nærliggjandi loysn.
Russiska skipanin er eisini betur fyrireikað enn í 2022. Myndugleikarnir hava seinastu árini bygt upp eitt talgilt yvirlit yvir reservistar og onnur, sum kunnu kallast inn. Innkalling kann sendast elektroniskt, og samstundis kann bann setast fyri at fara úr landinum.
Stórur politiskur váði
Men fyri Putin er ein nýggj mobilisering ikki bara ein hernaðarlig avgerð.
Reservistar koma úr øllum samfelagsbólkum og øllum pørtum av Russlandi. Verða fleiri hundraðtúsund kallað inn, kann tað elva til nýggjar mótmælisaldur og størri ónøgd við kríggið.
Tí hevur tíðarsetingin eisini týdning. Val til russiska tjóðartingið verður 18.–20. september, og Kreml vil helst sleppa undan politiskum ófriði undan valinum.
Ein møgulig mobilisering verður tí helst ikki sett í verk fyrr enn eftir valið.
Putin kann tó royna aðrar leiðir fyrst – eitt nú at hækka løn og bonus til sáttmálahermenn ella senda fleiri hermenn, sum nú tæna inni í Russlandi, til frontin.
Ein mobilisering er heldur eingin vissa fyri hernaðarligum frambroti. Nýggju hermenninir skulu venjast, útgerast, vápnast og skipast, og russiski herurin hevur higartil havt stórar trupulleikar við júst hesum.
Um fleiri hundraðtúsund nýggir hermenn ikki broyta gongdina í krígnum, kann tað tí gerast ein politiskur ósigur fyri Putin.
Hann stendur sostatt fyri einum truplum vali: Antin at halda fram við einum kríggi, har fronturin flytur seg lítið – ella seta nógv størri part av russiska samfelagnum inn í kríggið og samstundis økja um politiska váðan heima.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



