Ein gind hevur lagt beinini í Havn nú seinnapartin.
Talan er um eina stóra grind, kanska yvir 300 hval. Tað er ov tíðliga at siga, tí drápið er ikki meira enn liðugt og tað var so at siga í fleiri umførum, tí sandurin í Sandagerði var ov lítil at taka ímóti øllum í einum.
Nú verður gjørt klárt til at skera upp, men tað er ikki heilt greitt enn, nær hetta byrjar ella nær seðlarnir koma út.
Birgir Kruse tók myndirnar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



