Um tú gongur gjøgnum helviti, halt so á at ganga
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Um tú gongur gjøgnum helviti, halt so á at ganga
- Winston Churchill
Onnur tíðindi

55 grindahvalir um árið eru nóg mikið til at nøkta føroysku nýtsluna av tvøsti, tað sigur felagsskapurin Stop the Grind.

Í frágreiðingini The Case Against the Grind verður ført fram, at føroyingar ótu 4,4 kilo av tvøsti fyri hvønn íbúgva í 1982.

Í 2024 er sama tal bert eitt kilo fyri hvønn føroying.

Kortini vórðu sambært felagsskapinum í miðal 827 grindahvalir dripnir árliga frá 2020 til 2025. Og tað er umleið 15 ferðir fleiri enn neyðugt, sigur Stop the Grind í frágreiðingini.

Felagsskapurin heldur tí, at veiðan ikki kann rættvísgerast við tørvinum á mati, og heitir á bretsku stjórnina um at brúka handilssambandið við Føroyar til at fáa grindadráp steðgað.

Felagsskapurin hevur fingið útlendskar miðlar at taka spurningin upp, eitt nú Oceanographic Magazine og har verður millum annað sagt, at 70 tjóðartingslimir hava skrivað undir mótmælini hjá felagsskapinum, sum vil hava føroyingar at gevast við at drepa grind.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #