

Amerikanski konspirasjónsteoretikarin er dømdur at rinda milliardir í endurgjaldi til familjurnar hjá ofrunum í skúlaskjótingini í fólkaskúlanum Sandy Hook í Connecticut í 2012.
20 næmingar doyðu og 6 starvsfólk.
Alex Jones, útvarpsvertur og hoyrir til á amerikanska høgravonginum, var við dómstól í Connecticut dømdur at rinda 1,4 milliardir dollarar í endurgjaldi, eftir at hann segði, at skúlaskjótingin ongantíð hendi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo