Hægstirættur í USA fer ikki at viðgera kæruna hjá Donald Trump, forseta, í málinum, har hann varð dømdur at rinda endurgjald fyri kynsligan ágang.
Í 2023 varð Trump dømdur at rinda 5 milliónir dollarar í endurgjaldi til journalistin E. Jean Carroll fyri kynsligan ágang og ærumeiðing, skrivar norska TV2.
Hægstirættur noktar eisini at loyva forsetanum at siga miðbankaliminum Lisu Cook úr starvi.
Cook gjørdist fyrsta svarta kvinnan í nevndini hjá Fed, tá fyrrverandi forsetin, Joe Biden, setti hana í starv í 2022. Hon hevur í fyrsta umfari starvið til 2038.
Trump byrjaði í august í fjør at vísa til ógrundaðar pástandir um, at Cook hevði framt lánssvik.
Avgerðin hjá hægstarætti varð tikin við fimm móti fýra atkvøðum, skrivar Reuters.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



