Sambandsflokkurin vil, at hámarkið í útgjaldinum í barsilsskipanini verður broytt til 60.000 krónur um mánaðin. Harafturat skal barnafrádrátturin hækka við 2000 krónum fyri hvørt barn.
Hækkingin av hámarkinum í barsilsútgjaldinum merkir, at foreldur ið forvinna meira enn 30.000 krónur um mánaðin ikki noyðast niður í løn, tá tey fara í barsil.
Tað skal ikki vera ein fíggjarlig forðing at fáa børn, og hesi uppskotini fara at betra um javnstøðuna í Føroyum.
Sambandsflokkurin fer til val uppá gera umstøðurnar hjá barnafamiljum betri, og vallyftini hjá flokkinum eru eisini fíggjað.
Løgtingsvalið er eitt val um tryggleika og trivnað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



