Finnbjørn Vang var í degi og viku mánadagin har hann tosaði um ikki at útluta fleiri fiskidagar til teir smærru bátarnar. Tað má vera øvundsjúka tí Kallanes fær ikki minni av fiski, um hinir sleppa at fiska nøkur tons meira.
Tað blívur ofta tosa um ovurfisking. Undir Føroyum hevur ongantíð verið ovurfiskað, tað avhongur av hvussu nógv yvurlivir.
Nú nógvur fiskur hevur verið á Føroyagrunninum hava fleiri útróðrarbátar brúkt allar sínar fiskidagar - tað kostar manningunum og landinum nógv, tá Havstovan ikki klárar at gera eina stovnsmeting av fiskastovnunum - sum fer, sum alt annað livandi, eftir hvar liviumstøðurnar eru best.
So at tosa um ovurfisking er bert óvitan hjá Havstovuni.
Tað var í 2019 at Havstovan skrivaði í Sjóvarmál, at tað kundi vera 1 ella fleiri av 5 orsøkum at toskurin á Føroyabanka ikki var komin fyri seg aftur, í desember í 2019 setti Arvid Petersen seg í samband við meg, teir fiskaðu í sunnara kanti á Føroyabanka har høvdu teir fingið nógv av stórum toski, og toskurin hevði smásteinar í maganum tað tíður uppá, at fiskurin flytur á grynnri vatn ella djypri toskurin upp ella niður og í mars í 2020 fekk Jákup Sverri nógv av stórum toski.
Í 50-60inum, tá sildafiskaríðið við gørnum var norðanfyri Føroyar, har var 1000 metra dýpið, tá kom ofta fyri at toskur var í gørnunum.
Føðin sveik fyrst í 90unum og fiskurin og toskur, hýsa ella upsi, bleiv at fáa við Føroyar. Og gýtingarstovnurin, hevði ongantíð verði so lítil tey seinastu 100 árini. Men í 1994 til 97 kom nógvur 50-80 cm toskur inn á Føroysku grunnanar. Men onga frágreiðing hví ella hvar toskurin kom frá.
Fyrst í 90unum tá bleiv allur fiskur vekk av grunninum av natúrligum orsøkum, tá bleiv eisini sum altíð sagt tað var ovur fisking og nógv fólk flutti av landinum. Og á vári 1994 var Vesturhavið einasti trolbáturin sum var úti tá var nógv av stórum toski at fáa, men ongin stórur ella smá fiskur hevði veri á grunninum áðrenn.
Fiskifrøðingar hava síðani 2005 sagt at gýtingar stovnurin av toski er søguliga lítil. Men í 2010-11 var ónatúrliga nógv av 1 og 2 ára gomlum smáfiski vestan- og Norðanfyri, sí kunngerð 94 frá 2011. Har blivu fleiri stór økir stongd í nakrar mánaðir. Tí at útróðrarbátar fingu so nógvan smáfisk har.
Tað er so nógv av grunninum stongt so har missa vit eisini nógvar 100 millionir.
Tað er einastu ferð, at eitt økið er friða fyri húk, vegna ov nógvan smáfisk. Aftaná eitt langt liggjandi illveður á heysti í 2011, tá var allur fiskurin burtur.
Niðanfyri sæst á talvinum hjá Havstovuni hvussu nógv fiskaríði er minka í tonsun. Hvussu nógvar milliardir í krónum tað hevur kostað er ringt at siga men nokk fyri fleiri undirsjóðar tunnlar til Suðuroy.
Tilmælið frá ICEC fyri tosk fyri 2024
Føroyar hava mist fleiri milliardir í útklutnings virið av skeivum tilmælum av fiskidøgum
Her skriva fiskifrøðingar um Føroyskar serstovnar
Serføroyskir stovnar: Stovnar, ið bert eru í føroyskum sjógvi, t.d. toskur á Landgrunninum, toskur á Føroyabanka, hýsa, tunga, reyðsprøka, hvítingur, hvítingsbróðir, føroyskur laksur, fjarðasild, hummari og jákupsskel. Føroyskir stovnar við avmarkaðari ferðing: Stovnar, ið gýta og vaksa upp í føroyskum sjógvi, men sum seinni ferðast nakað inn og út úr føroyskum øki, t.d. upsi, kalvi og kanska longa, brosma og havtaska.
Hetta stendur í sjóvarmál frá 2000. Eg vóni at frøðingarnir vita betri nú men eg ivist.
Eg vil eisini siga eitt sindur um havhestastovnin. Menn sum eg havi tosað við um Havhestin siga, at tað er ikki minni til, men havhesturin er rakari enn fyrr og teir rokna við, at tað kemur av, at tað er so lítið av fiski uppá land so lítið av livur er á sjónum sum er tað mesta sum havhesturin livur av.
Nú hava nógvir av útróðrabátunum brúkt allar sínar dagar og liggja bundnir við kaj av skeivum stovnsmetingum frá Havstovuni.
Tað er allastaðni har tey ganga eftIr tilmælinum frá ICES at fiskaíði er minka niður við 50 til 80 prosentum- les her.
vinarliga
Eyðun Hansen
Vestmanna
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



