Flestu av kvinnuligu, iransku fótbóltsspælarunum eru farnar aftur til iran. Sjey teirra fingu politiskt friðskjól í Australia, men síðani hava fýra av teimum broytt avgerð og eru farnar heimaftur við hópinum.
Australskir miðlar skriva, at ein orsøk kann vera hóttanir ímóti familjunum heima í Iran, um landsliðið ikki kemur heimaftur samlað.
Tá landsdysturin ímóti Australia skuldi byrja í farnu viku, vildu fleiri av spælarunum ikki syngja tjóðsangin. Tað fekk almenna, iranska sjónvarpið at kalla tær landasvíkjarar. Í Iran er revsingin hørð fyri slíkt.
Í Australia búgva nógvir iranar, og sambært ABC gjørdu tey sítt til at reika fyri, at iransku fótbóltsspælararnir kundu verða verandi í Australia. Tey siga seg nú stúra fyri teimum, sum fyrst søktu um friðskjól men síðani broyttu meining.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



