- Klaksvíkar Havn kann vátta, at eigarin av NMC Protector er kunnaður um, at havnin ikki kann bjóða skipinum framhaldandi langtíðar bryggjupláss. Upprunaliga ætlanin var, at báturin skuldi liggja í Klaksvík í umleið tvær vikur. Báturin hevur nú verið her í umleið fimm mánaðir, og eigarin hevur tí fingið freist til 15. Oktobur 2026 at skipa fyri fráferð.
Tað sigur Jógvan á Lakjuni, havnarfúti í Klaksvík, í viðmerking til felagsskapin BNLI, sum varðar av bjargingarskipinum NMC Protector. Báturin hevur fingið álagt at fara úr havnini, tí plássið er ikki óavmarkað, sigur havnarfútin.
- Talan er ikki um, at Klaksvíkar Havn krevur, at báturin skal fara úr havnini undir ótryggum veðurlíkindum. Freistin er sett fyri at geva eigaranum rímiliga tíð til at leggja fráferðina til rættis við neyðugum atliti at veðri og trygd. Eigarin hevur í samskiftinum við Klaksvíkar Havn vátta, at hann skilir, at havnin ikki kann bjóða bátinum framhaldandi langtíðarlegu, og ætlar at skipa fyri fráferð innan ásettu tíðarfreist, sigur Jógvan á Lakjuni.
les eisini: Bjargingarskip fingið boð um at fara úr Klaksvík
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



