Eitt barn, ein lærari, ein bók og ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Eitt barn, ein lærari, ein bók og ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai
Politikkur

VP spurdi Heilsu- og Orkumálaráðið, hví føroyingar ikki fáa pneumokokk koppseting, tá onnur norðanlond veita nevnda tilboð.

Og nú hevur Heilsu- og Orkumálaráðið svarað.

- Í næstum fara tey, sum hoyra til málbólkin, at fáa tilboð um ókeypis koppseting fyri pneumokokkar. Koppsetingin fer fram hjá kommunulæknum, sigur Heilsu- og Orkumálaráðið..

- Heilsu- og orkumálaráðið hevði tørv á at fáa eykajáttan til at kunna veita tilboðið um ókeypis koppseting fyri pneumokokkar.

- Løgtingið hevur nú samtykt eykajáttanarlógina.

- Apoteksverkið hevur upplýst, at tað ber ikki til at fáa koppingarevnið, sum er ásett í kunngerðini, og tí hevur Heilsu- og orkumálaráðið gjørt eitt uppskot um at broyta kunngerðina, so ásetingin um, hvat koppingarevni skal brúkast, verður strikað.

- Henda kunngerðin kemur í gildi í næstum, verður sagt í svarinum til VP.

Les eisini:

Eingin pneumokok vaksina í ár

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #