Uppskotið um at flyta innkrevjingina og umsitingina av heilsutrygdargjaldinum frá Heilsutrygd til TAKS skal til triðju viðgerð í dag og verður sostatt helst endaliga samtykt.
Eisini verður fyrsta viðgerð av uppskoti um pensjóns- og barnaviðbót, sum Margit Stórá hevur lagt fram.
Triðja málið á skránni er ein fyrispurningur frá Fíu Selmu Nielsen um orkuveiting og orkutrygd í Føroyum.
Tingfundurin byrjar klokkan 11 og kann fylgjast beinleiðis á Tingvarpinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



