Týsdagin hátíðarhelt Heimið við Vallalíð, at 20 ár nú eru liðin, síðani fyrstu búfólkini fluttu inn.
Tórshavn.fo: Húskórið "Sangfuglarnir" framførdi fyri teimum vitjandi, og endaði dagurin við góðum veitslulagi frá Harmonikumonnum.
Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, kom í røðu síni júst inn á heimliga og hugnaliga dámin, ið eyðkennir Heimið við Vallalíð.
Her er brot úr røðuni:
"Í dag eru 20 ár liðin, síðani fyrstu búfólkini fluttu inn higar í Heimið við Vallalíð, ið var fyrsta heim av sínum slagi í Føroyum.
At byrja við varð arbeitt eftir Eden-hugsjónini, sum leggur serligan dent á at skapa eitt heimligt og lívsjáttandi heim. Her vóru húsdjór, so sum hønur, dunnur og kettur, og serligur dentur varð lagdur á mat og matgerð í køkinum, sum var sjálvt hjartarúmið. Í havanum stóð ein hjallur, har kjøt og fiskur vórðu ræsað og turkað, og borðreitt var eftir árstíðini við fugli, fiski, grind og øllum frá slaktinum. Eitt skifti var ein verkætlan, har ungir menn flettu í stovuni, veltu eplir og hoyggjaðu og mangt annað, og eisini høvdu tit rabarbur.
Alt broytist við tíðini og soleiðis eisini Heimið við Vallalíð, sum nú verður rikið meira sum eitt vanligt røktarheim. Onkur av tykkum, sum var við til at byggja heimið upp frá byrjan, er her enn, og tað fortelur okkum eisini eitt sindur um tann góðan trivnað, ið her er. Enn sum áður stremba tit øll eftir at gera tað fjálgt og gott búgva her, samstundis sum tit gera hetta til eitt gott arbeiðspláss. Kettur, hønur og dunnur eru her við sama lag, og tann heimligi dámurin hongur við."
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



