Donald Trump hevur so við og við gjørt eina amerikanska yvirtøku av Grønlandi til eitt høvuðsmál í sínum øðrum valskeiði sum amerikanskur forseti.
Nógv spekulera enn um hví.
Svarið uppá tann spurningin er framvegis ógreitt, men tað er vist, at Trump sjálvur seinastu vikurnar hevur slongt út eina røð av pástandum um, hví tað hevur avgerandi týdning fyri USA at seta Stars and Stripes á oynni.
TV 2 hevur gjøgnumgingið egnu argumentini hjá forsetanum og við hjálp frá serfrøðingum og skjølum kannað, um nakað hald er í tí forsetin sigur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



