At kenna seg eydnuríkan uttan at vita hví ... tað man vera ein hin reinasta gleðin
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

At kenna seg eydnuríkan uttan at vita hví ... tað man vera ein hin reinasta gleðin
- úr Børkuvísum
Flogvinnan

Hannah M. Goodlad ytst h.m. undir vitjan í Føroyum.

Hannah M. Goodlad ytst h.m. undir vitjan í Føroyum.

Hannah M. Goodlad ytst h.m. undir vitjan í Føroyum.

Mangt bendir á, at hetlendingar hava havt minni hepna hond til at taka avgerðir sum viðvíkja livilíkindunum á grønu oyggjunum fyri sunnan, í øllum førum eru politikarar og onnur javnan frammi í hetlendskum miðlum, har tey vísa á, hvussu alt er nógv betri í Føroyum, verið tað seg netsamband, samferðslan við tunlum sum binda oyggjarnar saman, ella, sum nú, eitt flogfelag, sum kann gera tað lættari hjá hetlendingum at koma út í heimin.

Hetlendski limurin í skotska tjóðartinginum, Hannah Mary Goodlad, er í Shetland Times endurgivin fyri at siga, at Føroyar hava meira sjálvstýri enn Skotland, og tað heldur hon er ein orsøk til vælstandin og framburðin í Føroyum. 

- Tey hava sítt egna flogfelag, sum flýgur beinleiðis úr Føroyum til New York, Paris, Keypmannahavn, Oslo, Edinburgh, sigur hon og vísir á øðrvísi tankagongdina í Føroyum um sjálvur at taka sær av egnum áhugamálum.

Kjakið í Hetlandi nú er íkomið, eftir at Loganair hevur boðað frá, at flogfelagið fer at minka um túrarnar millum Sumburgh-Kirkwall-Inverness og Stornoway-Inverness.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #