



Smittutølini eru bert frá persónum sum eru innlagdir og vísa sostatt ikki ítøkilig smittutøl fyri landið, men tey kunnu geva eina ábending um, hvør smitta er aktuell, og hvussu gongdin fyri smittuna er, sigur Heilsustýrið.
VP spurdi um smittutølini fyri Føroyar, eftir at danskir miðlar skrivaði, at fyri Danmark er talan um hækkandi tøl, bæði viðvíkjandi beinkrími og kovid.
Heilsustýrið sigur, at til ber at síggja smittutølini fyri viku 39 á heimasíðuni hjá Heilsustýrinum: TRÝST HER
Heilsustýrið sigur seg hava fingið tølini fyri viku 40, sum vísa nakað tað sama sum í viku 39.
- Vit mangla enn tølini fyri viku 41 og 42, men tey verða løgd út, so skjótt sum vit hava fingið tey, verður sagt.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo