KVF: Dennis Holm var landsstýrismaður í samferðslumálum, tá Strandferðslan bað um pengar at keypa sponsku ferjuna, Volcan de Taburiente, til suðuroyarsiglingina, skrivar KVF.
Tá segði hann, at orsøkin til, at málið ikki fór víðari, var tann, at talan var um eina stóra íløgu, sum støða skuldi takast til við stuttum skotbrái.
Kringvarpið hevur aftur verið í samband við Dennis Holm, sum nú er tingmaður fyri Tjóðveldi. Men hann sigur seg onki hava at leggja afturat.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



