Tá ið ein kona ikki klárar børnini, byrjar hon at uppdraga mannin
- Stella Bing

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tá ið ein kona ikki klárar børnini, byrjar hon at uppdraga mannin
- Stella Bing
Politikkur

Svar upp á fyrispurning nr. 52-033/2026 eftir § 52a í tingskipanini, um rottutýning í Føroyum, frá Fíu Selma Nielsen, løgtingskvinnu

Spurningarnir vóru soljóðandi: 
1. Hevur landsstýrið ætlanir um at gera nakað við at samskipa rottutýningina saman við kommununum?  

2. Hvørjar ávirkanir metir landsstýriskvinnan, at einar rottufríar Føroyar høvdu havt á fuglastovnarnar í Føroyum?  

3. Hvørjar ávirkanir metir landsstýriskvinnan, at einar rottufríar Føroyar høvdu havt á burðardygdina í føroysku náttúruni annars?

Svar: 
Til spurning 1 
 
Ja. Samskipanin millum land, kommunur og aðrar viðkomandi aktørar eru longu í gongd, og arbeitt verður áhaldandi við at styrkja hana.  

Seinastu árini er dentur lagdur á at effektivisera týningina, við at flyta arbeiðið, frá fyrst og fremst at vera reaktivt, har týnt verður, tá fráboðan kemur inn, til í størri mun at vera fyribyrgjandi, skipað og grundað á vitan. Seinastu fimm árini hava vit sæð menning á økinum.  

Umhvørvisstovan samskipar og vegleiðir kommunum á økinum og hevur eftirlit við, at kommunurnar røkja sínar skyldur. Í hesum sambandi er leikluturin at skapa karmar og tryggja at besta tøka vitan um fyribyrging og týning av rottu er hjá teimum, sum arbeiða á økinum.

Hetta verður millum annað gjørt við undirvísing, vitjanum, økisfundum, vegleiðing og skeiðum, tillaga føroysk viðurskifti.  

Ein týðandi partur av hesum hevur verið førleikamenning, sum ítøkiliga fevnir um undirvísing millum annað um lívfrøði og atburð hjá rottu, fellu- og eiturnýtslu, trygd og smittuvandar, bygningstrygd, tilbúgving og yvirvøku og lógarverk. Á skeiðnum, sum Umhvørvisstovan hevur hildið, hava landsstovnar, so sum Taks og Strandfaraskip Landsins luttikið, og vinnufyritøkur frá ali- og fiskivinnuni, umframt kommunurnar. Hetta hevur bæði styrkt fakliga førleikan og samstarvið millum teir ymsu aktørarnar.

At týna rottu er ein samansett uppgáva. Tað er ein vanlig misskiljing, at um man leggur eitur, so er trupulleikin loystur. Var tað so einfalt, var eingin rotta í Føroyum. Sum týnari mást tú brúka tínar praktisku royndir, saman við hollari vitan og hugflogi. Tú má syrgja fyri, at okkurt verður gjørt við orsøkina til, hví rotta er á staðnum, annars flytur nýggj rotta inn eftir fáum vikum.  

Fleiri dømir eru um, at kommunur samstarva tvørtur um kommunumørk. Skipað verður fyri felags átøkum, eitt nú í Norðurstreymoy, Eysturoynni og Norðoyggjum við serligum atliti at at skipa  týning í fuglabjørgum og uttangarðs annars. Í Sandoynni og í Skúvoynni, sum eru rottufríar oyggjar, er samstarv um yvirvøku og tilbúgving.  

Eitt týðandi amboð í fyribyrging er bygningstrygd, sum nú verður ein áhaldandi raðfesting í sambandi við, at nýggja kunngerðin er lýst. Harumframt fara at vera neyvari skrásetingar av útbreiðslu av rottu. Vit vænta tí stórar ábøtur komandi árini.

Rotta ávirkar trý grundleggjandi samfelagsviðurskifti: heilsu, náttúru og fíggjarligt tilfeingi.

Tí snýr rottutýning seg ikki bert um at beina fyri einum skaðadjóri. Endamálið er at verja fólkaheilsu, náttúru og samfelagslig virði. Tí týna vit rottu.  

Rotta kann bera smittu, dálka matvørur og umhvørvi, og er tí ein váði fyri heilsu og reinføri.

Hon er samstundis ein innræsin fremmand vera, sum kann gera stóran skaða á náttúruna, eitt nú við at taka egg og ungar hjá fugli. Harumframt kann rotta elva til fíggjarligan skaða á bygningar, leiðingar, goymslur, matvørur og vinnuligt virksemi.

Rottutýning er ein samansett uppgáva, og kommunurnar hava bæði praktiskar royndir og staðbundna vitan, sum er avgerandi fyri at eydnast við fyribyrging og týning.  

Ætlanin hjá landsstýriskvinnuni er sostatt ikki at taka rottutýningina frá kommununum, men at styrkja felags karmarnar, samskipanina, vitanargrundarlagið og førleikarnar, so land, kommunur, vinna og aðrir viðkomandi aktørar draga somu línu.

Tá ein væl virkandi skipan við samskipan, skráseting, yvirvøku, fyribyrging og fakligum førleikum er komin væl áleiðis, kann eisini verða aktuelt at kanna møguleikan fyri oyðing. Slík átøk eru tó bæði krevjandi og kostnaðarmikil og krevja tí serstaka politiska støðutakan og neyðuga fígging.

Til spurning 2 
Landsstýriskvinnan metir, at einar rottufríar Føroyar høvdu havt munandi jaliga ávirkan á fuglastovnarnar, serliga á sjófugl og annan fugl, sum reiðrast í holum ella á øðrum støðum, har rotta sleppur framat eggum, ungum og vaksnum fugli.

Royndir úr øðrum oyggjasamfeløgum vísa, at tá rotta verður týnd, kunnu fuglastovnar koma fyri seg aftur, og fuglur kann venda aftur til øki, har hann ikki hevur reiðrast í langa tíð. Tað er tí sannlíkt, at ein munandi niðurberjing av rottu og oyðing, hevði givið fleiri fuglastovnum betri kor.

At gera allar Føroyar rottufríar, er tó ein sera stór og krevjandi uppgáva. Tí er fyrsta stigið at styrkja fyribyrging, yvirvøku, skráseting, gransking, førleikamenning og samstarv. Hetta kann bæði minka um trýstið á fuglastovnarnar nú og skapa grundarlag fyri, at støða seinni kann takast til fulla oyðing.

Til spurning 3 
Føroyar hava 11 rottufríar oyggjar og fýra rottufríar hólmar. Tað er avgerandi at verja hesar við fyribyrging, yvirvøku, tilbúgving og skjótari atgerð, tí tað er munandi lættari og bíligari at forða fyri, at rotta fær fótafesti, enn at týna hana aftur, tá hon fyrst er komin.

Einar rottufríar Føroyar høvdu havt jaliga ávirkan á burðardygdina í náttúruni og á lívfrøðiliga margfeldið.

Ávirkanin hevði rokkið longri enn til fuglastovnarnar.

Rotta er altátari og kann eta plantur, fræ, ber, skordýr og onnur smádjór. Hon kann tí ávirka fleiri lið í vistskipanini. Rotta hevur eisini óbeinleiðis ávirkan á náttúruna.

Tá sjófuglastovnurin minkar, minka eisini tey føðsluevni úr havinum upp á landi, sum sjófuglur tekur við sær, og hesi føðsluevni eru partur av ringrásini á landi og kunnu hava týdning fyri gróður og annað.

Samanumtikið hevði ein niðurberjing av rottu og møgulig oyðing, styrkt lívfrøðiliga margfeldi.

Hetta hevði verið við til at varðveitt eina fjølbroytta og mótstøðuføra náttúru til komandi ættarlið.  

Náttúran er eisini undir trýsti aðrastaðni frá, millum annað frá broyttari lendisnýtslu, øðrum innræsnum fremmandum sløgum.  

Endaliga málið fyri fyribyrging og týning av rottu er, at Føroyar einaferð kunnu gerast rottufríar. 

Heilsu- og orkumálaráðið, 14. september 2026 
Eyðdis Hartmann Niclasen 
landsstýriskvinna

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #